Uttanlands

Hong Kong útsetir valið til tjóðartingið

Býarríkið Hong Kong hevur valt, at útseta komandi valið til tjóðartingið orsaka av koronakreppuni

Carrie Lam, stjórnarleiðari í Hong Kong. (Mynd: EPA)

Carrie Lam, stjórnarleiðari í Hong Kong. (Mynd: EPA)

2020-07-31 13:40 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Stjórnin í Hong Kong hevur í dag valt, at útseta komandi valið til tjóðartingið. Tað boðar politiski leiðarin Carrie Lam frá á einum tíðindafundi.

-Hetta er tann truplasta avgerðin eg havi tikið í allari koronakreppuni, sigur Carrie Lam.  

Valið skuldi eftir ætlan vera 6. september.

Andstøðan hevði annars góðar vónar um, at vinna ein søguligan meiriluta í lóggevandi tinginum í landinum, har einans helvtin av sessunum eru beinleiðis valdir, meðan hin helvtin er útvald av stjórnini í Beijing.

Í gjár mistu 12 valevni vónina um, at stilla upp til komandi valið til stjórnina í Hong Kong. Hetta hendi tá lokala stjórnin í Hong Kong vísti burtur teirra uppstilling.

Og nú er valið so útsett.

Ein av teimum ógildaðu valevninum er Joshua Wong, sum er ein av teimum mest sjónligu mótmælisfólkunum í Hong Kong.

Valið vildi verið tann fyrsta almenna atkvøðugreiðslan í Hong Kong, eftir at Bejing í juni setti eina nýggja trygdarlóg í verk. Atfinnarar siga, at henda lóg stílar eftir, at fáa tað hálvt sjálvstýrandi øki á eina meira einaveldiskós.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder