Mentan

Holgar og Herborg við nýggjum staklagi

Lagið, sum Holgar hevur skrivað, kallast "Blóman" og er merkt av bygdakontri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-22 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herborg Torkilsdóttir og Holgar Jacobsen góvu í gjár út eitt nýtt staklag.

Lagið, ið kallast "Blóman" er merkt av bygdakontri, og tað er Holgar, ið hevur skrivað.

Tónleikarar eru: Herborg Torkilsdóttir, sang; Holgar Jacobsen, gittarar og sang; Høgni Klakkstein, trummur; Pauli Magnussen, bass; Sebastián Hoch, munnharpa; Finnur Hansen, tangentar og kór.

Upptøkur hava Høgni, Finnur og Holgar staðið fyri. Holgar hevur lagt til rættis, og Finnur hevur ljóðblandað og mastrað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder