Innanlands

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, luttikið á ráðstevnu í Skotlandi

Landsstýrismaðurin var boðin at luttaka í ráðstevnudegnum, ið bar heitið ”Fiskivinnuumsiting í broytingartíðum”

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

2018-07-13 10:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur 9.-10. juli luttikið á ráðstevnu í St. Andrews í Skotlandi. Ráðstevnan var fyriskipað av Fisheries Innovation Scotland.

Á seinna ráðstevnudegnum, sum bar heitið ”Fiskivinnuumsiting í broytingartíðum” vóru ymiskar framløgur og pallborðskjak, sum landsstýrismaðurin var boðin at luttaka í.

Umboð fyri fiskivinnumyndugleikarnar í Skotlandi og forstjórin í skotska fiskimannafelagnum (Scottish Fishermen’s Federation) høvdu framløgur, har serligur dentur varð lagdur á avbjóðingarnar fyri framman eftir Brexit. Bæði viðvíkjandi skipan av fiskiskapinum innanhýsis í Bretlandi, men eisini í mun til samráðingar við onnur lond, nú Bretland verður nýtt strandarland.

Landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, hevði eina framløgu um nýggju føroysku sjófeingislógina og tær framtíðarhugsanir, ið liggja í sjálvari nýskipanini. Eisini nýtti hann høvi at umrøða m.a. komandi strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel.

Aðalstjórin í deildini fyri fiskivinnu og aling í norska fiskimálaráðnum greiddi í síni framløgu frá norsku royndunum sum strandarland, bæði í mun til fiskivinnuumsiting og í mun til sínámillum- og strandarlandasamráðingar.

Hjá Føroyum var ráðstevna eitt gott høvi at frætta um og umrøða viðkomandi viðurskifti í samband við Brexit við fleiri av høvuðsleikarunum í skotsku fiskivinnuni. Stórur áhugi var eisini millum luttakararnar at hoyra um nýggju føroysku fiskivinnuskipanina.

placeholder
placeholder