Uttanlands

H&M fer at steingja 250 handlar næsta ár

Handilsketan við 5.000 handlum kring heimin merkir avleiðingarnar av koronatiltøkunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-01 08:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Risastóra svenska handilsketan, H&M, sær seg noydda til at steingja 250 handlar næsta ár orsaka av minkandi sølu. Tað upplýsir fyritøkan í roknskapi sínum fyri mánaðirnar juni, juli og august.

Tað framgongur av roknskapinum, at sølan hesar mánaðirnar er minkað við 16 prosentum.

Í løtuni hevur H&M framvegis 166 stongdar handlar, orsaka av korona-avmarkingum. Hetta svarar til trý prosent av handlunum. Harumframt eru fleiri aðrir handlar raktir av avmarkingum, hóast teir hava opið. Hetta kann eitt nú vera avmarkaðar upplatingartíðir.

Hóast trongu tíðirnar, var avlopið hesar tríggjar summarmánaðirnar 1,6 milliardir krónur.

Sølutølini fyri september benda á, at tað spakuliga eru betri tíðir á veg. Her er sølan ’bert’ fimm prosent undir støðinum í fjør.

H&M hevur staðfest, at koronakreppan hevur broytt atburðin hjá kundunum, og tí ætlar fyritøkan nú at leggja størri dent á talgildar tænastur.

- Alt fleiri kundar eru farnir at keypa á netinum undir farsóttini, og tað sigur okkum, at alt fleiri hava tørv á eini lættari og góðari uppliving, har handil og nethandil samspæla, skrivar ovasti stjórin í H&M, Helena Helmersson, í roknskapinum.

Korona-tiltøkini í fleiri londum góvu H&M eitt hall í vármánaðunum, og tí er eitt sindur eftir at heinta, um ársins roknskapur skal sammetast við undanfarin ár, skrivar Ritzau.

Sølan seinastu níggju mánaðirnir eru næstan 20 prosent lægri enn sama tíðarskeið síðsta ár. Risastóra svenska handilsfyritøkan hevur knapt 5.000 handlar í meira enn 70 av heimsins londum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder