
Løgreglan boðar í dag frá, at man er í ferð við at hjálpa einum amerikumanni av landinum.
Hetta er í samstarvi við amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn og amerikanskar myndugleikar.
Vaktleiðarin greiðir frá, at talan er um ein ungan mann, sum hevur verið í Føroyum í nakrar dagar. Hann hevur ikki framt nakað brotsverk men hevur ymiskar trupulleikar.
Talan er sálarligar og praktiskar trupulleikar: Maðurin hevði heilt fáar pengar á kortinum, og teir nakrar túsund krónurnar í US-dollarum, sum persónurin hevði á sær, kundu ikki vekslast. Hetta kemst av, at tað eru ávísar reglur um hvítvasking.
Seinni í dag fer løgreglan at hjálpa manninum at koma á flogvøllin, so at hann kann koma til Keypmannahavnar í fyrstu syftu.
Skúlapatruljur
Sum vanligt er hesa tíðina, verður løgreglan at síggja við skúlar.
Hetta er í sambandi við, at skúlagongd byrjar aftur, og at løgreglan vil tryggja, at alt er í lagi hjá fólki - við trygdarbeltum og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald