Átta dagar eftir at realitetssamráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin byrjaðu, kom tað so at siga á mál.
Týskvøldið varð sjávt samgonguskjalið liðugt - reinskrivað, rættlisið og góðkent - og málsøkjabýtið kom eisini uppá pláss stutt fyri klokkan 23.
Hetta kundi Portalurin vátta í gjárkvøldið. Harvið er tað, sum annars á pappírinum kundi verða ein stór forðing, kveistra til viks.
Ein kann hugsa sær, at grundalagið er lagt fyri hesum fyri nakað av tíð síðani: Áleið hvør flokkur skal hava hvørt málsøkið, og helst eisini hvørji fólk skulu í hvørt aðalráð. Um man hevur eygleitt samráðingarnar eitt sindur, hevur tað eisini sæð soleiðis út.
Framvegis eru tað bert gitingar og metingar, men tað mest sannlíka er, at talan verður um sjey aðalráð: Trý falla í lut Fólkaflokksins, har eitt er løgmansembætið, og tvey aðalráð hvør til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Sí eisini: Meira enn helmingurin vil hava seks aðalráð
Sum vp.fo eisini skrivar, hittast komandi samgonguflokkarnir í dag, klokkan 15. Hetta er "fyri at fáa allar teir síðstu snøklarnir uppá pláss".
Væntandi verður ein tíðindafundur, har samgonguskjalið verður lagt fram, áðrenn vikuskifti. Mest sannlíkt í morgin, hósdagin. Landsstýrið skal eisini avdúkast.
Tingfundur er ásettur at vera mánadagin 13. apríl.
Meira um samgongusamráðingarnar millum A, B og C seinni í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald