Í nátt varð enn eitt hitamet sett í Týsklandi.
Í Kubschütz í statinum Sachsen í eystara parti av Týsklandi, varð hitin máldur til 29,4 stig. Tað er higartil heitasta náttin, sum nakrantíð er máld í Týsklandi.
Gamla metið varð sett í august 2003, tá 27,2 hitastig vórðu skrásett í Weinbiet i statinum Rheinland-Pfalz, skrivar Ritzau.
Eins og onnur lond í Evropa, hevur Týskland verið rakt av hitabylgju seinastu dagarnar, og leygardagin varð eisini heitasti dagur í Týsklandi, tá hitin kom upp á 41,5 stig í statinum Sachsen-Anhalt.
Fríggjadagin varð eisini boðað frá metnógvum hita, tá 41,3 stig vórðu skrásett. Undanfarna metið var frá juli 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald