Innanlands

Hilton Garden Inn Faroe Islands eitt ár

Nógvir útlendingar hava gist á hotellinum síðani gongd kom á ferðavinnuna aftur í summar

Martin Restorff (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Martin Restorff (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-22 15:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag er tað eitt ár síðani, Hilton Garden Inn Faroe Islands lat upp, og tað verður hátíðarhildið við “Grand Opening“ av Brúsandi fríggjadegi í dag.

Hilton Garden Inn Faroe Islands var fyrsta altjóða hotellið í Føroyum og lat upp mitt í koronu-tíðarskeiðnum í fjør. Síðani ferðavinnan kom í gongd aftur í summar, hava heilt nógvir útlendingar gist á Hilton Garden Inn.

Hotellstjórin Martin Restorff er sjálvur vorðin 'heimskendur' í Føroyum í sambandi við skemtingarsomu lýsingarnar fyri hotellið í vetur, tá ið hann royndi at fáa føroyingar at gista á Hilton.

- Hilton-toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at fáa enn fleiri føroyingar á gátt í vetur til jólaborðhald, gistingar og Brúsandi fríggjadag - tí tað setur ein heilt serligan dám á hotellinum, sigur Martin Restorff í tíðindaskrivi.

Hilton Garden Inn hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm og venjingarhøli. 

Sí eisini: Myndir: Stásiliga Hilton hotellið latið upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder