Innanlands

Hildu seg síggja mannaskølt á Oyrargjógv

Mannaskølturin vísti seg at verða herðablað av hvali og tvey igulker

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-06-18 10:51 Author image
Ari av Rana

Løgreglan fekk eina álvarsama fráboðan fyri kl. 8 í gjáramorgunin, tá ein borgari boðaði frá, at hann helt seg hava funnið ein mannaskølt á havi við Oyrargjógv.

Tey vóru nøkur fólk sum høvdu verið á seiðabergi, og á botninum sóu tey eitthvørt, sum tey hildu líktist einum mannaskølti. Tey tóku myndir og sjónband í góðveðrinum og hetta var sent løgregluni.

Løgreglan metti at tað var hetta kundi líkjast einum mannaskølti, og tí fór løgreglan á staðið. Í frystu atløgu bar ikki til at fáa staðfest hvar “skølturin” lá, tí at nógvur vindur og runa var. Eftir at hava tosa við hann, sum boðaði frá, varð staðfest, at okkurt hvítt runt lá á botni.

Nógvar mannagongdir eru sum skulu fylgjast, tá eitt nú skøltar skulu takast upp úr sjónum, og tí var ein kavari hjá løgregluni sendur á staðið. Teknikarar vóru eisini sendir, sum vita hvussu slíkt skal handfarast og varðveitast.

Tað vísti seg, at “skølturin” var eitt herðablað av einum hvali, og at “eyguni” vóru tvey igulker, sum høvdu sett seg á herðablaðið. Løgreglan gav borgaranum rætt í, at hetta líktist einum skølti, og tí var rætt at boða løgregluni frá.

Løgreglan fekk fráboðanina um “skøltin” umvegis teldupost. Løgreglan vil ger vart við, at hetta er ikki røtt mannagongd, tá talan er um eitthvørt bráðfeingis. Tað er ikki altíð at teldupostarnir verða lisnir beinanvegin, og tí eiga borgarar at ringja til løgregluna, heldur enn at skriva ein teldupost.

placeholder
placeholder