Innanlands

Hildu ikki springarunum til

Ein bólkur av heldur serstøkum springarum varð sæddur tætt við Norðdepil og Hvannasund í gjárkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-05-15 08:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið eitt ógvuliga friðarligt samdøgur, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Í góðveðrinum í gjárkvøldið sá onkur grind í Norðurøkinum. Hetta verður skýrt at vera í Hvannasundsfirði - tætt við har bergholið kemur út.

Sýslumaðurin fekk boðini, men Jacob Vestergaard og toymi valdu einki at gera við hetta.

Orsøkin var, at talan var um springarar og okkurt heldur serstakt slag av springarum. 

Løgreglan veit ikki at siga, hvussu stóran bólk talan var um. Men hann varð so ikki hildin til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder