2023-09-08 15:55

Illgrunamaðurin hevur meldað seg sekan í at hava dripið fleiri enn tíggju fólk.
Sambært rannsóknarleiðaranum í Rwanda, Thierry Murangira, fann drápsmaðurin síni offur í náttarlívinum. Á onkran hátt fekk hann lokkað tey heim til sín, og tikið fartelefonina frá teimum. Síðani kvaldi hann tey, og gravaði tey niður í køkin.
Offrini vóru ofta tey, ið hann neyvan væntaði, fóru at blíva eftirlýst av familju og vinum.
Rannsóknarleiðarin vil ikki upplýsa, hvussu nógv dráp talan er um, men lokalir miðlar skriva, at talan er um fleiri enn tíggju dráp. Offrini eru bæði kvinnur og menn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald