Innanlands

Hettar fáa føroysku flokkarnir í stuðli

Flokkarnir fáa almennan stuðul, sum verður býttur eftir atkvøðutali

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-11 12:55 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Hvørt ár fáa føroysku politisku flokkarnir stuðul úr landskassanum til politiska upplýsing. Tað er peningurin, sum verður nýttur til valstríð. Játtanin er 4,8 milliónir á hvørjum ári. 

Flokkarnir fáa stuðul fyri hvørja atkvøðu, umframt at 30% útgjaldinum, verður býtt javnt ímillum flokkarnar. 

Javnaðarflokkurin hevur síðani januar 2016 fingið nógv mest í stuðli til politiska upplýsing, tí flokkurin gjørdist størstur á seinasta vali. Hann fær 75.908 krónur í stuðli um mánaðin. Áðrenn Kristin Michelsen fór úr flokkinum, fekk flokkurin 78.530 krónur um mánaðin. Flokkurin hevur fingið 3,13 milliónir krónur í stuðli síðani januar 2016. 

Tjóðveldi hevur fingið næst mest í politiskum stuðli. Hann fær 75.223 krónur um mánaðin, og tað gevur 3 milliónir krónur síðani januar í 2016. 

Sjálvstýrisflokkurin fær minst av politiskum stuðli frá tí almenna. Hann hevur síðani januar 2016 fingið 1,13 milliónir kónur síðani januar í 2016. 

Listi A, Fólkaflokkurin:
Januar 2016 til apríl 2019: 2.445,508 kr. 

Listi B, Sambandsflokkurin: 
Januar 2016 til apríl 2019: 2.609,995 kr. 

Listi C, Javnaðarflokkurin: 
Januar 2016 til apríl 2019: 3.133,334 kr. 

Listi D, Nýtt Sjálvstýri / Sjálvstýri: 
Januar 2016 til apríl 2019:1.138,471 kr. 

Listi E, Tjóðveldi: 
Januar 2016 til apríl 2019: 3.008,000 kr. 

Listi F, Framsókn: 
Januar 2016 til apríl 2019: 1.463,800 kr. 

Listi H, Miðflokkurin: 
Januar 2016 til apríl 2019: 1.303,400 kr. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder