Mentan

Hesi tíggju londini eru í Eurovision-finaluni

Millum londini, sum komu víðari vóru Svøríki, Noreg og Finnland. Hósdagin verður seinna hálvfinalan, og tá verður greitt um føroyski Reiley verður millum teir 26 finalistarnar í stóru finaluni leygardagin

Alessandra úr Noregi við lagnum Queen of Kings verður ein av finalistunum leygardagin (Mynd: EPA)

Alessandra úr Noregi við lagnum Queen of Kings verður ein av finalistunum leygardagin (Mynd: EPA)

2023-05-09 22:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Byrjanin til stóru tónleikakappingina Eurovision var í kvøld, tá fyrra hálvfinalan var á skránni í bretska býnum Liverpool.

15 lond sungu um tíggju pláss í stóru finaluni, sum verður leygarkvøldið, tá tilsamans 26 lond verða við.

Víðari komu Kroatia, Moldova, Sveis, Finnland, Kekkia, Ísrael, Portugal, Svøríki, Serbia og Noregi.

Sostatt er greitt, at tey trý norðanlondini Svøríki, Finnland og Noreg øll verða við í finaluni.

Hósdagin verður seinna hálvfinalan, og tá verður føroyski Reiley við sum danskt umboð. Tá fara 16 lond at stríðast um tey síðstu 10 finaluplássini.

Sæst í KvF
Kringvarpið sendir øll trý kvøldini við Eurovision beinleiðis í sjónvarpinum. Eisini ber til hjá fólki, ið eru stødd í Føroyum, at stroyma á kvf.fo.

- Fyrra hálvfinala: Í kvøld, týsdag 9. mai, kl. 20-22.15

- Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 11. mai kl. 20-22.15

- Finala: Leygarkvøldið 13. mai kl. 20-00.10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder