Innanlands

Hesi kappast um FM fyri handverkslærlingar

11 lærlingar fara at kappast um at gerast føroyameistari innan sítt lærufak

Mynd: Industry.fo

Mynd: Industry.fo

2019-02-19 07:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

FM fyri handverkslærlingar verður á Torginum í SMS í døgunum 28. februar og 1. mars. Tað eru í alt 11 lærlingar, sum fara at nýta hesar báðar dagarnar at kappast um at gerast føroyameistari innan sítt lærufak. 

Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri FM kapping fyri handverkslærlingar í Føroyum, fyrsta FM kapping varð hildin á heysti í 2017. Hesaferð koma lærlingarnir at kappast innan timbur, el og hárfríðkanar fakið.

Høvuðsendamálið við kappingini er at feira tað góða handverkið, umframt at varpa ljós á yrkisútbúgvingar. Hetta verður gjørt við at geva lærlingum eina góða uppliving, har tey samstundis kappast um at vísa sítt besta handverk fram, skrivar Vinnuhúsið.

Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar. Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Tórshavnar kommunu og Yrkisdepilin.

Hesir eru lærlingarnir, sum skulu kappast um FM í timbur, el og hárfríðkan:

Timbur:
Ingmar Dam, Búsetur
Markus Olsen, Articon
Hjarnar Gaard Hansen, JEP Smíð

El:
Teitur Johannesen, JT Electric
David Arnhold Hjelm, Pado
Rasmus Poulsen, LM Electric
Rói Zachariassen, LM Electric

Hárfríðkan:
Elisabet Dam Jacobsen, Salong Karin’sa
Petra Høgnadóttir Hansen, Adore
Jórunn á Gravarbø, Evoke

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder