Á hátíðarhaldi í Kolshøll á Eiði handaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, í kvøld virðislønir til menta- og listafólk.
![]()
Mentanarvirðisløn landsins
Mentanarvirðisløn landsins 2025 fyri útlint listarligt avrik fekk Bárður Oskarsson, rithøvundur.
- Bárður Oskarsson lýsir grundkorini og umstøðurnar, ið vit sum menniskju eru fødd inn í. Bøkurnar eru til børn eins væl og vaksin og verða lisnar um allan heim. Í meiri enn tjúgu ár hevur Bárður Oskarsson verið okkara mest týddi rithøvundur, stóð millum annað í grundgevingini.
Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr.
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)
Heiðursgáva landsins
Heiðursgáva landsins varð latin Kinnu Poulsen, ummælara og listamiðlara.
- Sum ummælari og listamiðlari hevur Kinna Poulsen í meira enn 30 ár givið fólki innlit í og vitan um føroyska myndlist. Við greinum í fjølmiðlum og á egnum listabloggi hevur Kinna verið ein týðandi rødd hjá føroysku myndlistini – ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, stendur at lesa í grundgevingini.
Heiðursgáva landsins er 75.000 kr.
Lea Kampmann og Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)
Ungt listafólk
Lea Kampmann fekk virðisløn til ungt listafólk.
- Ljóðførini eru ein kensluborin rødd, mettaðar gittarstrofur og stundum ein fiólstrongur. Ofta í moll. Einfalt og samansett. Lea Kampmann megnar at gera tær stóru kenslurnar einfaldar, so tær geva afturljóð hjá áhoyrarunum.
- Á seinastu útgávuni, Seinferð, frá 2024 ger Lea Kampmann upp við tað skundmikla í tíðini. Lea Kampmann fær okkum at steðga á - og kanska at seta ferðina niður, stóð millum annað í grundgevingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald