Innanlands

Herverk á skúlan í Leirvík

Løgreglan hevur illgruna til nøkur ung fólk

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-14 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum trý í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevur framt herverk á skúlanum í Leirvík.

Onkur hevði blakað steinar og brotið fleiri rútar í skúlanum, og eisini varð herverk framt á eitt busskýli nær við skúlan.

Løgreglan heldur seg vita, hvør hevur framt herverkið, og verður arbeitt víðari við málinum.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn er talan um ung fólk um 14-15 ár, sum eru undir illgruna, og løgreglan hevur tosað við onkran teirra.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder