Løgreglan hevur handtikið tveir mans fyri at gera herverk á fleiri bilar í miðbýnum í Havn.
Teir vórðu meldaðir um midnáttarleitið, og liggja teir nú í klivanum á løgreglustøðini. Talan er um tveir útlendingar, sum vóru somikið ávirkaðir av rúsdrekka, at teir vóru ikki førir fyri at blíva avhoyrdir, men tað verður avgreitt seinni í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Hetta hendi við Tvørgøtu og Brekkugøtu, og heitir løgreglan á bileigarar í økinum um at kanna, um alt er, sum tað eigur, og boða løgregluni frá, um bilur teirra hevur verið fyri herverki, ella um nakað er stolið.
Fleiri av bilunum stóðu ólæstir, og til ber ikki at siga, hvussu nógvum bilum, teir báðir hava verið inni í, men í øllum førum er talan um fimm-seks bilar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald