Uttanlands

Hernaðarflogfar datt niður í Suðurkorea

Fýra fólk vóru umborð, og bjargingarfólk hava funnið líkini av tveimum

Bjarginagrfólk á staðnum, har flogfarið datt niður (Mynd: Reuters)

Bjarginagrfólk á staðnum, har flogfarið datt niður (Mynd: Reuters)

2025-05-29 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt flogfar hjá suðurkoreanska herinum datt niður nærindis býin Pohang í sunnara parti av landinum, nakað fyri klokkan seks í morgun okkara tíð.

Flogfarið luttók í einari hervenjing, og tað er ikki greitt, hví vanlukkan hendi, men tað verður kannað, sigur suðurkoreanski herurin.

Manningin umborð taldi fýra fólk, og tvey eru funnin deyð. Leitað verður framvegis eftir hinum báðum, verður upplýst sambært Ritzau.

29. desember varð Suðurkorea rakt av ógvusligastu flogvanlukkuni, sum landið nakrantíð hevur upplivað. Eitt flogfar av slagnum Boeing 737-800, sum kom úr Thailandi, datt niður. 181 fólk vóru umborð, og 179 lótu lív. Flogfarið varð rakt av fuglum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder