Innanlands

Herjólfur siglir ikki í dag

Fyri veður verður ongin sigling við Herjólfi III á Suðuroyarleiðini í dag, boðar Strandferðslan frá

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-26 06:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bara ein túrur varð gjørdur í gjár, og í dag verður eingin sigling við Herjólfi III á Suðuroyarleiðini. Hesum boðar Strandferðslan frá.

Orsøkin er keðiliga veðrið.

Men Smyril verður eftir ætlan settur í sigling í dag. Strandferðslan boðaði um vikuskiftið frá, at fyrsti túrur fór at vera í kvøld av Krambatanga, men enn er ógreitt júst hvussu hetta verður.

Strandferðslan sigur, at nærri kunning um siglingina hjá Smyrli verður tøk fyrrapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder