placeholder
Mentan

Herborg á festival í Klaksvík

Spælir á Summar Festivalinum í august

2023-05-09 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Songkvinnan Herborg Torkilsdóttir spælir konsert á Summar Festivalinum í august.

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og seinast »Syngja í dur«.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august, og tá hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við bólki sínum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder