Klokkan 15 byrjaði ársins konsertdagur í Vágsbotni. Skráin er tó mest fyri børn nú fyrstu tímarnar, men klokkan 17.45 verður fyrsta navnið á stóra pallinum - sonevnda Power pallinum.
Tað verða Janus og Jens Marni sum fara at framføra kend løg.
Og so verður gongd sett á. Hamradun spælir á Fast pallinum klokkan hálvgun sjey og danski rapparin Gilli verður á Power pallinum klokkan 19:15.
Eitt av stóru nøvnunum, Nephew, spælir klokkan 21:15 á Power pallinum, og so koyrir kvøldið víðari við nøvnum sum Bjones, Mike Perry, Hardingerband, Byrta og Swangah.
Power pallurin
17:45 Janus & Jens Marni
19:15 Gilli
21:15 Nephew
23:30 Bjones
00:15 Mike Perry
02:00 Swangah
Fast pallurin
15:00 Bubu
16:00 Trøllapætur
17:00 Jórunn & Hans
18:30 Hamradun
20:15 Hardinger band
22:45 Byrta
01:15 Danny & the Veetos
Bryggjutjaldið
23:00 Nørrøna dansband
Spælilandið í Tórsgøtu og undir bryggjubakka er opið frá 15 til 21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald