2022-07-21 09:03
Tað er ikki loyvt at koyra frá Janusargøtu og oman til útkoyringina á Hans Andriasar gøtu.
Hetta máttu fýra bilførarar ásanna í gjár, tá løgreglan stóð fyri teimum. Útkoyringin er nevniliga bara til bilar, sum koma eftir Hans Andriasar gøtu framvið Skúlanum á Fløtum og ætla sær út á Marknagilsvegin.
Eftir stuttari løtu vóru fýra bilar steðgaði og allir fýra bilførararnir fingu klipp í koyrikortið.
- Tá hatta kann fáast eftir lítlari løtu, vera vit nokk aftur har úti onkran dagin, verður sagt av løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald