Hann stillaði upp á fyrsta sinni í 1984, og nú 78-ára gamli vágbingurin hevur harvið av álvara tænt fyri seg í føroyskum politikki og fyri Javnaðarflokkin.
Hetta hevur Henrik Old bæði gjørt sum løgtingslimur í nógvum setum og sum landsstýrismaður.
Hann vildi ikki endaliga váttað tað í tinginum í gjár, men tað varð endaliga staðfest á uppstillingarfundi hjá Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag í gjárkvøldið, týsdagin: Henrik Old stillar ikki uppaftur.
Sí eisini: Mest sannlíkt seinasti tingfundurin hjá Henriki Old
Ístaðin koma Dagfinn Olsen úr Vági og Jákup á Dul Sørensen úr Porkeri á Javnaðarlistan. Hetta staðfestir in.fo - júst Dagfinn Olsen hevur verið nógv virkin við at skriva fyri in.fo og Miðlahúsið.
![]()
Dagfinn Olsen er lærari og eisini nógv virkin innan tónleikalívi (Mynd: Bjartur Vest)
Tað er fyrstu ferð, at Dagfinn Olsen og Jákup á Dul Sørensen stilla upp til løgtingsval.
Løgtingslimirnar Bjarna Hammer og Súsanna Bertholdsen stilla upp í norðaru helvt av Suðuroynni. Tey fingu ávikavist 450 atkvøður (nummar 4 á Javnaðarlistanum) og 276 atkvøður (nummar 10) á valinum í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald