Innanlands

Henrik Old fer frá sum landsstýrismaður

Henrik Old hevur í skrivi til løgmann biðið um at verða loystur úr embætinum sum landsstýrismaður

Henrik Old (Savnsmynd)

Henrik Old (Savnsmynd)

2018-10-01 13:17 Author image
Oda Strøm
placeholder

Henrik Old, landsstýrismaður, hevur í dag í skrivi til Aksel V. Johannesen, løgmann, biðið um at verða loystur úr embætinum sum landsstýrismaður.

Henrik Old sigur í brævinum sambært Samferðslumálaráðnum:

- Eg má ásanna, at eg havi ikki politiska undirtøku fyri at gera tunnilin til Fámjins, sum er klárur at fara í holt við, og tí havi eg í dag biðið løgmann um at loysa meg úr embætinum.

Tinganes, 1. oktober 2018

Les eisini: Løgmaður: - Eg havi loyst Henrik Old úr embætinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder