Innanlands

Henrik Old: - Fámjin varð bara knappliga strikað

Fíggjarnevndin avgjørdi knappliga at strika Fámjinstunnilin, sum Henrik Old hevði arbeitt við síðan januar í fjør

Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum (Skermmynd, KvF)

Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum (Skermmynd, KvF)

2018-10-01 15:19 Author image
Oda Strøm
placeholder

Henrik Old fór í dag úr embætinum sum landsstýrismaður í samferðslumálum og fer nú aftur taka sæti á tingi í staðin, har hann er valdur.

Við Portalin sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin, at orsøkin til avgerð hansara at fara frá sum landsstýrismaður var einkul:

- Mín uppfatan er, at tá ið mann sigur, at tað, sum landsstýrismaðurin ætlar, ikki er gott nokk, so má mann taka um endan og standa við ábyrgdini sjálvur, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. 

Henrik Old vil vera við, at hann brúkti nógva tíð og orku uppá at fyrireika Fámjinstunnilin - men tá ið farast skuldi í gongd, vísti tað seg, at undirtøka ikki var fyri tí.

- Tá ið málið var fyrireikað (Fámjinstunnilin, red.), so var ikki undirtøka fyri tí. Tað, sum eg haldi vera tað mest syrgiliga, tað er tað, at í fíggjarnevndini, tá mann skuldi fáa pengarnir, og greiðirnar eru komnar, tá vísir tað seg, at tað eru nøkur onnur, sum vilja hava annað framum, og Fámjin er strikað. Tá var tað Dalur og Tjørnuvík - og hóast eg havi tosað um tað í nógv ár, so strikar fíggjarnevndin Fámjin knappliga av einari ella aðrari orsøk. 

- Tað, sum eg helt vera heilt ófatuliga løgið, tað var, at mann strikar tað, sum eg eri farin í gongd við og havi arbeitt við síðan januar mánað í fjør, sigur Henrik Old.

- Eg haldi, at tað var tað rætta at starta upp (Fámjinstunnilin, red.), og onkur annar heldur okkurt annað. Og so er tað tað, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder