
Tað var sum heild stórur áhugi fyri kongsvitjanini í góðveðrinum í Fámjin seinnapartin.
Ein serligur "gestur" var Henning Mortensen. 95-ára gamli maðurin er, sambært okkara upplýsingum, tann elsti núlivandi persónurin, sum er úr Fámjin.
Tann elsti búsitandi í náttúruvøkru bygdini á vestursíðuni á Suðuroynni er 90 ár. Talan er um Svend Joensen, sum eisini til staðar til kongsvitjanina.
Portalurin fekk stutt orðið á Henning Mortensen, sum var komin suður til heimbygdina til høvið. Hetta saman við millum øðrum abbadøtrum sínum.
95-ára gamli maðurin var vælupplagdur og spentur uppá at taka í hondina á Fríðrik í góðveðrinumi. Hann minnist kongsvitjanina stutt eftir seinna heimsbardaga, men tá heilsaði Henning ikki beinleiðis uppá Fríðrik tann níggjunda.
Mary drotning tekur í hondina á Henning Mortensen frammanfyri (Mynd: Sverr
Hesaferð var skjótt samband millum kong og mannin við kongaligum heiðursmerki (Den kongelige Belønningsmedalje). Hesa hevur Henning Mortensen fingið fyri 50-ára tænastu á Tórshavnar Skipasmiðju.
Henning hevur búð í Argjum leingi og býr nú á Boðanesheiminum. Í dag hevði hann søgur at fortelja hátignunum, og var lagið gott.
Fleiri myndur úr Fámjin og frá kongsvitjanini seinnapartin síggjast seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald