Innanlands

Helt ikki víkiskylduna

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Havn, og hóast materielli skaðin var stórur, var tíbetur eingin fólkaskaði, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-24 08:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan 18 var eitt ferðsluóhapp við R.C. Effersøesgøtu og Gripsvegin í Havn.

Tað var ein bilur, sum ikki helt treytaleysu víkiskylduna og koyrdi út fyri annan bil.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at materielli skaðin var stórur, og máttu bilarnir flytast burtur av sløkkiliðnum. Tíbetur var tó eingin fólkaskaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder