Innanlands

Helst talan um falskan alarm

Brandbilar vórðu sendir til SMS í Havn fyri løtu síðani

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-11 10:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani varð sløkkiliðið í Havn boðsent til sølumiðstøðina SMS, har ein alarmur var farin í gongd.

Fleiri sløkkiliðsbilar vórðu sendir avstað.

Helst hevur verið talan um falskan alarm. Vit skilja á lagnum, at eftir at fólkini inni i sølumiðstøðini fingu boð um at fara út, varð vandastøðan avblást eftir eina løtu, og gerandisdagurin gongur aftur sína vanligu gongd hjá handlandi og keypandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder