Innanlands

Helst ikki seinasta prikið

Tað er ikki óhugsandi at triðja prikið ímóti koronu ikki verður tað seinasta

Lars Fodgaard Møller (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-18 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Triðja prik, fjórða prik og so framvegis.

Tað er helst nakað vit skulu venja okkum við, at myndugleikarnir tosa um. Landslæknin sigur við útvarpið í dag, at tað er møguligt at triðja prik, sum helst verður bjóðað føroyingum skjótt, ikki verður tað seinasta.

- Vit hildu, at koppsetingin vardi í eitt ár, men tað sær út til at tað er minni enn tað. Tí hevur man eitt nú í Danmark avgjørt at bjóða fólki triðja prik eitt hálvt ár og 14 dagar eftir annað prikið, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið í dag.

Hetta fara vit helst eisini at gera í Føroyum, sigur landslæknin.

- Eg vænti at koppingarevni verður betra so hvørt, so tað blívur meira mótstøðuført ímóti eitt nú deltavariantinum. Hetta er eitt virus, sum fer at liva millum okkara, og tað kunnu ganga fleiri ár áðrenn vit sleppa undan koronu, sigur Lars Fodgaard Møller.

Í atkvøðugreiðslu á Portalinum í gjár, sum 6.359 brúkarar svaraðu sæst, at ein lítil meiriluti, 57 prosent, fer at taka av tilboðnum um triðja prik ímóti koronu. 23 prosent svaraðu nei og 20 prosent søgdu seg ikki vita.


Higartil eru 159 fólk í Føroyum, sum hava fingið trý prik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder