Innanlands

Helena Dam á Neystabø sjeyti

Í dag fyllir fyrrverandi ting og landsstýriskvinnan 70 ár

Í dag fyllir Helena Dam á Neystabø 70 ár (Savnsmynd)

Í dag fyllir Helena Dam á Neystabø 70 ár (Savnsmynd)

2025-12-10 17:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í dag fyllir Helena Dam á Neystabø 70 ár. Hon er fødd tann 10. december í 1955.

Fyrrverandi politikkarin er dóttir navnframa Atla Dam, og var forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum í tíðarskeiðnum 1994 til 2001 tá ið hon fór frá og stillaði upp fyri Javnaðarflokkin.

Helena Dam á Neystabø hevur verið landsstýriskvinna í almanna og heilsumálum í tíðarskeiðnum 1998-2001, og landsstýriskvinna í lógarmálum í 2008, og landsstýriskvinna í mentamálum frá 2008 til 2011.

Hóast tað eru fleiri ár síðani Helena Dam á Neystabø gavst í politikki, hevur hon ikki lagt álitisstørvini frá sær.

Í mai í ár gjørdist Helena Dam á Neystabø forkvinna í Neistanum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder