Innanlands

Helena Dam á Neystabø: Havi verið við í góðum og ringum tíðum

Tingbólkaforkvinnan hjá Javnaðarflokkinum heldur, at hennara royndir kunnu vera góðar á fólkatingi

Helena Dam á Neystabø á tíðindafundi hjá Javnaðarflokkinum, sum var í Klaksvík fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

Helena Dam á Neystabø á tíðindafundi hjá Javnaðarflokkinum, sum var í Klaksvík fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-27 15:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg havi upplivað túrin frá 90'inum, tá fólka fossaðu av landinum. Eg havi verið við til at vent gongdini. Tað gongur øgiliga væl nú, og tað ber næstan til at siga, at vit eru komin á mál, hóast tú sjálvandi aldrin er tað í politikki. 

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, sum á tíðindafundi fríggjadagin boðaði frá, at hon ikki stillar upp til løgtingsvalið, hóast honn bjóðar seg fram á fólkatingsvalinum. Helena Dam á Neystabø varð fyrstu ferð vald í Løgtingið í 1990, tá hon varð vald fyri Sjálvstýrisflokkin. Í 2004 stillaði hon fyrstu ferð upp fyri Javnaðarflokkin, og síðani tá hevur hon í tíðarskeiðum verið bæði tingfólk og landsstýriskvinna fyri Javnaðaflokkin. Og Helena Dam á Neystabø heldur júst at royndirnar hjá henni, kunnu fáa ávirkan á fólkatingi. 

- Tað er gott at hava eitt umboð, sum veit hvørjar durar ein skal banka uppá fyri at fáa ávirkan. Eg havi nógvar góðar royndir og eisini hug til at kunna tikið eitt tørn á fólkatingi eisini, sigur Helena Dam á Neystabø, ið tí vísur aftur, at hon bjóðar Sjúrða Skaale av sum fólkatingsumboð fyri flokkin. 

- Eg bjóði ongum av. Eg haldi vit skulu øll royna at fáa so nógvar atkvøður til Javnaðarflokkin sum møguligt. Tað kann vera, at Sjúrður hevur hug at royna aðrar uppgávur eisini og hevur brúk fyri einum avloysara av og á. Eg haldi sum heild, at í politikki skalt tú altíð bjóða tínum mótstøðufólki og viðleikarum av, tí annars minkar flokkurin bara, staðfestir tingbólkaforkvinnan hjá Javnaðarflokkinum. 

Ítøkiligi málini tengd at føroysku stjórnini 
- Tað sum vit ítøkiliga skulu arbeiða við er í stóran mun tengt at stjórnini í Føroyum. So hava vit eisini eitt arbeiði í gongd, ið allar tíðina skal lýsa avbjóðingarnar í ríkisfelagsskapinum í Danmark, greiðir Helena Dam á Neystabø frá. Men er tað ítøkiligt, um flokkurin bara setur sær fyri at arbeiða fyri málum, sum ein stjórn í Føroyum ynskir at fremja? 

- Tað eru eisini nógv ítøkilig mál serliga á mentanarøkinum. FarGen og Novo-Nordisk málini eru tvey stór og ítøkilig mál. Vit fara at blíva við at røkja sambondini, soleiðis at tá løtan kemur, tá tað ber til at seta verkætlanirnar í verk, fara vit at fremja tær, sigur Helena Dam á Neystabø, sum vísir á, at hóast politiskur vilji ikki tykist vera fyri Novo-nordisk verkætlanini beint nú, kann tað broytast við tíðini, greiðir tingbólkaforkvinnan hjá Javnaðarflokkinum frá. Hon leggur afturat, at politiskur vilji ikki hevur verið at fremja eitt nú Novo-nordisk verkætlanina sum er. 

- Í løtuni hava vit kanska landsstýrisfólk, ið ikki ynskja at seta eitt nú Novo-nordisk verkætlanina í verk. Men um tann politiska samansetingin broytist, eru vit klár at seta verkætlanina í verk, staðfestir tingbólkaforkvinnan hjá Javnaðarflokkinum at enda. 

 

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder