Innanlands

Heldur fram at goysa við Fagradalsfjall

Nýggj riva uppstóð nærhendis Geldingadali á midnátt

(Mynd: Mbl.is)

(Mynd: Mbl.is)

2021-04-07 20:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á midnátt í gjárkvøldið fór at spræna úr enn einari rivu stutt frá Geldingadali, har tað hevur goyst síðani 19. mars.

Talan er um eina sprungu millum opið í Geldingadali og tær báðar sprungurnar, sum komu fyrradagin.

Grótbræðingin frá nýggju sprungini rennur oman í Geldingadal.

Hetta er í økinum við Fagradalsfjall á Reykjanesi, og í smáar tríggjar vikur hava tað verið tvey op í Geldingadali, men nú tykiskt okkurt at henda. Annan páska dag kom fyrst ein sprunga ein hálvan kilometur frá fyrsta opinum, og løtu seinni ein onnur. Nú er so triðja sprungan komin.

Sprungurnar eru á økjum, sum har fólk í síðstu viku stóðu og hugdu eftir fyrru gosopinum, skriva íslendskir miðlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder