Hitabylgjan, sum rakti Evropa í juni var orsøkin til fleiri hitamet, og junimánaður í ár var eisini tann heitasti, sum nakrantíð er skrásettur í Vesturevropa.
Tað skrivar veðurlagseftirlitsstænastan hjá ES, Copernicus.
Fyri allan heimin var talan um næstheitasta junimánað.
Í juni boðaðu m.a. Danmark, Týskland, Frakland og Stórabretland frá hitametum. Í Danmark gjørdist 27. juni heitasti dagur, sum er skrásettur í Danmark. Tá kom hitin upp á 37,0 stig í trimum býum.
Hitabylgjan hevur eisini havt við sær álvarsligar avleiðingar.
Í Spania vórðu 200 andlát sett í samband við hitabylgjuna síðst í juni, meðan talið á skrásettum andlátum í økinum kring franska høvuðsstaðin parís vaks 62 prosent í tíðarskeiðnum 22. til 28. juni, skrivar Ritzau.
Umframt hetta er boðað frá umfatandi náttúrueldum á Ibirisku Hálvoynni og í sunnara parti av Fraklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald