Uttanlands

Heita á amerikanarar um at fara úr Venesuela

Amerikanska uttanríkismálaráðið ávarar amerikanskar ríkisborgarar, sum eru staddig í suðuramerikanska landinum

Caracas, høvuðsstaður í Venesuela (Mynd: EPA)

Caracas, høvuðsstaður í Venesuela (Mynd: EPA)

2026-01-11 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA heitir á amerikanarar í Venesuela um at fara úr landinum alt fyri eitt.

– Trygdarstøðan í Venesuela er framvegis óstøðug. Nú altjóða flúgving er tikin uppaftur, eiga amerikanskir ríkisborgarar í Venesuela fara úr landinum alt fyri eitt, skrivar amerikanska uttanríkismálaráðið sambært Ritzau.

Farna vikuskifti varð venesuelski forsetin, Nicolás Maduro tikin av amerikanska herinum undir einum álopi á Venesuela. Kona Maduro, Cilia Flores varð eiisni tikin. Tey eru bæði ákærd fyri m.a. rúsevnasmugling.

Sambært amerikanska uttanríkismálaráðnum eru fráboðanir um vápnað herlið, sum forða ferðsluni og kanna akfør fyri ameriknarar ella prógv um stuðul til USA. Tí eiga amerikanskir ríkisborgarar í Venesuela at ansa eftir, tá teir ferðast eftir landsvegunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder