Innanlands

Heini Zachariassen er ársins íverkseti

Hevur í kvøld vunnið altjóða heiður sum ”Entrepreneur of the Year”

2020-10-01 20:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heini Zachariassen, stjóri og stovnari av altjóða vínhandlinum vivivo.com er í kvøld valdur til ársins íverkseta hjá GP Bullhound’s Investor Allstar Awards.

Les: Heini Zachariassen í uppskoti til stóra altjóða heiðursløn

 

Heini skrivar soleiðis á Twitter í kvøld.

”Tað er mær ein heiður at hava vunnið íverksetara heiðurslønina. Takk til tey, sum hava stuðla mær og verið ein partur av vøkstrinum hjá Vivino gjøgnum árini. Serliga takksamur eri eg familjuni, Vivino-liðnum, íleggjarum, partnarum, felagsskapinum og vínídnaðinum. Tað hevur verið ein spennandi túrur og vit hava nógv eftir at gera”

Sí filmin um Heina Zachariassen her: Disrupting Wine – Lívið hjá einum íverkseta   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder