Mentan

Heimsins seigligasta konsertferð™

Brøðrabólkar rysta oyggjarnar um vikuskiftið

Niels Arge úr 200 og Óttarr Proppé úr HAM (Skíggjamynd: RÚV)

Niels Arge úr 200 og Óttarr Proppé úr HAM (Skíggjamynd: RÚV)

2025-11-13 09:28 Author image
Innsent
placeholder

Í 2006 bleiv rokksøgan ótilvitað broytt, tá ið íslendsku rokklegendurnar HAM og føroysku seperatistpunkararnir 200 vórðu bókaðir at spæla á somu konsert á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. 

Tað var kærleiki, brøðralag og rock’n’roll við fyrsta 1-2-3-4. Síðani hava bólkarnir hildið sambandið, meðan teir rokkaðu hvør sítt oyggjasamfelag. Alt meðan lunnar vórðu lagdir undir Heimsins Seigligastu Konsertferð™. 

2023 bleiv árið, har konsertferðin bleiv uppafturtikin við post-koronskari rokkan í Reykjavík. Jarðfrøðin í Íslandi bleiv broytt í ævir. 

Hetta vikuskiftið er triðja legg av seigligu heimsrundferðini á skrá, tá ið HAM vitjar 200, fríggjakvøldið í Listastovuni í Miðvági, og Leygarkvøldið í OY í Havn. 

Þidningarmikið nørrønt samstarv

Íslendska kringvarpið var á staðnum tá ið Reykjavík bleiv ruskað. Og tá ið RUV bert loyvir íslendskum í beinleiðis sjónvarpi, so er bara eitt at gera, og tað er at tosa íslendskt. 

Bjartskygda innslagið sæst her

Tað er nú, at brøðralagið skal standa sína roynd, og spennandi verður um Føroyar nakrantíð verða tær somu. Og ikki minst nær og hvar fjórði partur av Heimsins Seigligastu Konsertferð™ verður. 

200+HAM

Fríggjakvøldið 14/11 kl 21 – Listastovan, Miðvágur
Leygarkvøldið 15/11 kl. 21 – OY, Tórshavn

Atgongumerki eru í forsølu beint nú, og evt. við dyrnar. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder