Mentan

Heimsins bestu messingblásarar koma til Føroya

Reinhold Friedrich Brass Quintet framførir í Norðurlandahúsinum leygardagin 22. november kl. 19.30

2025-11-17 17:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ikki er tað ofta, at heimsins bestu messingblásarar vitja í Føroyum - men júst hetta kvøldið verður einastandandi høvi at lurta eftir allari messingfamiljuni, tá Reinhold Friedrich Brasskvintett fyllir Norðurlandahúsið við ljómmiklum symfonium.

Í kvintettini eru messingblásarar úr fleiri norðurevropeiskum londum: Reinhold Friedrich úr Týsklandi á trompet, Jeroen Berwaerts úr Belgia á trompet, Lasse Mauritzen úr Danmark á horn, Ian Bousfield úr Onglandi á basun og Thomas Røisland úr Noregi á tuba.

Allir eru teir av mætastu messingblásarum í heiminum og eru við í viðurkendum symfoniorkestrum, m.a. Kongaliga danska Musikkonservatorium, NDR Symphony Orchestra og DR Symfoniorkestur.

Á skránni hjá Reinhold Friedrich Brasskvintett eru løg, ið fevna um fleiri hundrað ára tónleikasøgu – frá Bach og Vivaldi til Glenn Miller – ið eisini endurspeglar tey fimm ymisku londini, sum kvintettin umboðar.

Um kvintettina
Reinhold Friedrich Brass Quintet var stovnað í 2022. Kvintettin er hjartamál hjá heimskenda trompetspælaranum Reinhold Friedrich, sum hevur sett saman serstakliga dugnaligar tónleikarar við sera góðum listaligum evnum og felags tónleikavisjón.

Í 2024 gav kvintettin út fyrstu útgávu sína Unity við Solo Musica. Á útgávuni var eitt nú útsetingin hjá Brian Bindner av triosonatuni La Follia hjá Antonio Vivaldi, og útseting hjá Mogens Andresen av Fem Præludier hjá Carl Nielsen, ið sjálvsagt verða spæld á konsertini.

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á nlh.fo.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder