Uttanlands

Heimsheilsustovnurin: Omikron kann gera enda á farsóttini í Evropa

60 prosent av fólkinum í Evropa kunnu verða smittað við koronu áðrenn mars, sigur stjórin fyri evropeisku deildina hjá Heimsheilsustovninum

Ferðafólk á Vága floghavn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ferðafólk á Vága floghavn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-24 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Omikronfrábrigdið kann møguliga vera endin á koroufarsóttini – í øllum førum í Evropa.

Tað sigur stjórin fyri evropeisku deildina hjá Heimsheilsustovninum, WHO, Hans Kluge.

Hann heldur, at 60 prosent av fólkinum í Evropa kunnu fáa koronu áðrenn mars, og tá smittubylgjan leggur seg aftur í Evropa, fer væntandi at vera immunitetur millum fólkið í fleiri vikur og mánaðir.

– Antin verður tað koppsetingini at takka, ella tí vit fáa mótstøðuføri av smittuni, sigur hann sambært Ritzau.

– Vit vænta, at har verður ein friðarlig tíð, áðrenn smittan møguliga kemur aftur móti endanum av árinum. Men tað merkir ikki neyðturviliga, at farsóttin kemur aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder