Heimasíður kring allan heimin trupulleikar - Portalurin eisini raktur

Portalurin og aðrar føroyskar tíðindasíður eru eisini ávirkaðar av stóra brekinum hjá stóra amerikanska veitaranum Cloudflare

Soleiðis hevur sæð út á fleiri heimasíðum og tænastum kring allan heimin í dag

Soleiðis hevur sæð út á fleiri heimasíðum og tænastum kring allan heimin í dag

2025-11-18 13:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri av teimum stóru heimasíðunum og nettænastunum kring allan heimin hava trupulleikar í dag.

Hesin sami trupulleiki hevur eisini ávirkað fleiri heimasíður í Føroyum. Har í millum Portalin, Vp.fo, In.fo, Jn.fo og aðrar.

Talan er um veitaran Cloudflare sum hevur tekniskar trupulleikar. Amerikanska Cloudflare er ein av stóru veitarunum til heimasíður, appir og aðrar tænastur.

Vælumtókta Cloudflare, sum verður brúkt av milliónum av heimasíðum, betrar um trygdina og brúkar servaraorkuna betri.

Hetta hevur ávirkað stórar altjóða tænastur sum Chatgpt, X, Spotify og aðrar tænastur.

Dagføring kl. 15.42: Trupulleikin er loystur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder