Innanlands

Heimafriður: Upplagdur og gyltur møgulleiki at loysa fleiri avbjóðingar í einum

- Kommunurnar hava heimild og hava fult ræði á, hvørji skip kommunurnar bjóða vælkomnum og hvat kommunurnar útseta sínar borgarar fyri. Kommunurnar kunnu seta krøv, eins og allar aðrar kommunur uttanfyri Føroyar gera

2019-10-18 09:48 Author image
Innsent
placeholder

”Cities protect their people”, segði borgarstjórin í Los Angeles, sum hevur mist tolið um, at landsmyndugleikar fara at gera tær neyðugu broytingarnar fyri at minka um CO2 útlátið.

Heili 96 borgarstjórar í stórbýum kring heimin standa nú saman um at taka ábyrgd og fyrimyndarliga virka fyri at minka um útlátið.

Í útvarpsendingini Breddin var breið semja millum borgarstjórarnar í Tórshavnar-, Runavíkar- og Klaksvíkar kommunu, um at kommunurnar mugu taka ábyrgd, tá tað kemur til at minka útlátið, tí tað er ov lítið ítøkiligt, sum kemur frá landinum. Men tá spurningurin varð settur, um kommunurnar kunnu taka seg saman um at loysa trupulleikan við gangi og útláti frá skipum, sum liggja við bryggju, peikaðu borgarstjórarnar til landsmyndugleikarnar um at gera felags reglugerðir. 

Skipini standa fyri meiri enn 50 prosentum av øllum útlátinum í Føroyum. Við at geva skipunum møguleika at móttaka landstreym við bryggju og seta krøv um at skipini skulu kobla í, minkar útlátið frá skipunum og harvið samlaða útlátið hjá Føroyum. Hetta er í tráð við bæði París sáttmálan og tilmælini hjá IMO. Somuleiðis fær SEV nýggjar kundar, sum kunnu geva fíggjarorku til at útbyggja fleiri varandi orkukeldur, og harvið fáa skipini í framtíðini orku frá varandi føroyskum orkukeldum. 

Harafturat fáa borgarar langt um leingi endiliga Heimafrið frá skipsmotorum.

At gera íløgur og krøv um landstreym er ein upplagdur og gyltur møgulleiki at loysa fleiri avbjóðingar í einum. 

Kommunurnar hava heimild og hava fult ræði á, hvørji skip kommunurnar bjóða vælkomnum og hvat kommunurnar útseta sínar borgarar fyri. Kommunurnar kunnu seta krøv, eins og allar aðrar kommunur uttanfyri Føroyar gera. 

Tíverri er støðan í dag tann, at tað hevur avgerandi týdning um ljóðkeldan er á landi ella um ljóðkeldan flýtur. Flýtur ljóðkeldan, eru eingin krøv, eingin handling og ongin at venda sær til.

Um ljóðkeldan er ein prutl, sum órrógvar borgarar millum hús eitt kvøld, kunnu borgarar venda sær til løgregluna, sum fer á politijagstran. Er tað hinvegin eitt skip, sum í viku- og mánaðarvís órrógvar borgarar við dB yvir 50, er eingin at venda sær til og einki krav um hvussu nógv ella leingi gangurin kann halda fram.

Felagið Heimafriður fær áhaldandi dagliga klagur frá borgarum í kommununum, sum hesi eru borgarstjórar í. Borgarar kæra sína neyð og fáa ikki hvíld í sínum egnu heimum.

Seinastu dagarnar hevur Heimafriður móttikið fleiri klagur frá Saltingará, Runavík, Strondum, Tórshavn, Signabø, Oyrareingjum, Klaksvík og Ánunum.

- Cities protect their people, sigur borgarstjórin í Los Angeles.

So langt eru vit ikki komin í Føroyum, enn.

- Heimafriður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder