Innanlands

Heimafriður minnir á jólafriðin

– Felagið Heimafriður heitir staðiliga á reiðarí og kommunur um at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið um høgtíðina

(Savnsmynd: Heimafriður)

(Savnsmynd: Heimafriður)

2025-12-21 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Felagið Heimafriður heitir aftur í ár á reiðarí og kommunur um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum.

Í tíðindaskrivi heitir Heimafriður á tey, ið hava ábyrgdina fyri skipunum, sum liggja við bryggju at sløkkja bæði ljóð og ljós, so nógv sum til ber.

– Tað er ov nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum um jóla- og nýárshøgtíðina. Bæði óljóð og óneyðuga nógv ljós er til ampa fyri tey, sum búgva nær havnunum.

– Felagið Heimafriður heitir tí staðiliga á reiðarí og kommunur um at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið um høgtíðina, skrivar felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder