Innanlands

Heilsuverkið fekk ikki alla eykajáttanina

Ein samd fíggjarnevnd mælti til at geva eykajáttan til heilsuverkið. Men fólkaheilsuráðið fekk onga játtan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-04 13:21 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í ár var verulig kreppa í heilsuverkinum, eftir at Jóanis Erik Køtlum legið frá sær sum stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverki Føroya. Eftir fund ímillum aðalstjóran á heilsuverkinum, landsstýriskvinnuna í Heilsumálum og sjúkrahúsleiðsluna í Føroyum, helt Jóanis Erik Køtlum ikki, at hann hevði hug at halda fram í starvinum. 

Á fundinum varð boðað frá meirnýtlsu á landssjúkrahúsinum í 2018, og tosað varð um, at brúk var fyri eykajáttan á upp til 30 milliónir. 

Les eisini: LS manglar upp til 30 milliónir í 2019 

Landsstýriskvinnan í Heilsumálum hevur eftir hettar biðið um eykajáttan á 29,8 milliónir. Og áðrenn løgtingið fór heim í gjár, var eykajáttan veitt - tó einans á 29 milliónir. 

Í viðgerðini í fíggjarnevndini hevði er semja gjørd ímillum bæði andstøðu- og samgonguumboðini um ikki at veita 750 túsund krónur til fólkaheilsuráðið, sum eisini hevði biðið um eykajáttan. Ítøkiliga varð biðið um eykajáttan til átakið Heilsuframi, sum snýr seg um at fyribyrgja sjúku. 

Hóast fíggjarnevndin helt talan vera um gott átak, varð víst á at tað ikki er vanligt, at byrja nýggj átøk við eykajáttan. Broytingaruppskot varð tí lagt fram um at strika hendan partin av eykajáttanini. Hesum tóku 23 limir undir við, men seks tingfólk fyri Tjóðveldi atkvøddu ímóti at strika hendan partin. 

Viðgerin av uppskotinum var eisini rættiliga drúgt til 2. viðgerð, men tað var tí, at tingfólk nýttu høvi at gera vart við ymisk viðurskifti í heilsuverkinum, sum ikki høvdu beinleiðis samband við uppskotið, sum var til viðgerðar. 

Tá uppskotið var til triðju viðgerð, tók alt tingið undir við, at veita 29 milliónir í eykajáttan til heilsuverkið. 

 

placeholder
placeholder