Mentan

Heilsutúrur í Vági í dag

Byrjað verður við matstovuni Garðslon kl. 11 – Hvistan skipar fyri heilsutúri 14. hvønn dag til í desember

2020-10-17 09:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heystfrítíðin lækkar móti endanum, og í Suðuroynni verður gjørdur ein frískligur morguntúrur leygarmorgunin.

Hesaferð er tað matstovan Garðslon, ið er vertur fyri heilsutúrinum. Túrurin byrjar við Garðslon kl. 11.00 hiðani tað verður gingið, súkklað ella runnið í 15 minuttir, áðrenn tað so verður vent og leiðin løgd aftur til Garðslon, ið tá bjóðar frukt, vatn og kaffi, áðrenn drigið verður um eitt gávukort frá Garðslon.

Hesir túrarnir hjá Hvistuni, ið hava verið á skrá 14. hvønn dag seinastu mánaðirnar, hava havt góða undirtøku, bæði av teimum ið vanliga eru við í Hvistuni, men eisini teimum sum við hesum hava sæð sær ein møguleika at koma út at røra seg saman við øðrum.

Eftir ætlan so halda túrararnir á til í desember, tá ið tað verður endað við nissurenning og einum stórum drátti, millum øll, sum hava luttikið í øllum heilsutúrunum hesa seinnu hálvuna av 2020.

placeholder
placeholder