placeholder
Innanlands

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir frá at taka skeljar í løtuni

Kanningar av tvískeljum úr Kaldbaksfirði í juli mánað hava víst, at algueiturevni er til staðar, í mongdum omanfyri markvirðið, og tí verður frámælt at taka skeljar í Kaldbaksfirði, Sundalagnum, Skálafjørðinum og Kollafirði í løtuni

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2021-07-26 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir frá, at skeljar verða tiknar í Kaldbaksfirði, Sundalagnum, Skálafjørðinum og Kollafirði í løtuni.

Kanningar av tvískeljum úr Kaldbaksfirði her í juli mánað hava víst, at algueiturevni er til staðar, í mongdum omanfyri markvirðið. Samstundis hava algukanningar av sjógvi úr Kaldbaksfirði staðfest, at talið á algum er omanfyri tað, sum verður mett ráðiligt, skal skeljavøra vera egnað til matna, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuna.

Kaldbaksfjørður er partur av alguøki 1, og alguøki 1 umfatar:

1a. Sundalagið sunnan fyri Streymin og Tangafjørð;
1b. Skálafjørð;
1c. Kollafjørð og Kaldbaksfjørð;
1d. Sundalagið norðan fyri Streymin.

– Vit ráða tí staðiliga frá eta tvískeljar, ið eru tiknar í firðum í øki 1. Algueiturevni kann føra við sær, at fólk gerast álvarsliga sjúk av at eta hesar skeljar í løtuni, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder