Innanlands

Heilsu- og Umsorganartænastan: Uppraðfesta kostin til eldru borgararnar

Camilla Bonde Holmegaard Hansen er sett sum deildarleiðari, Rakul Oddmarsdóttir Berg er kostframleiðsluleiðari á Boðanesheiminum, og Birgit Øssursdóttir Nielsen er kostframleiðsluleiðari á Lágargarði

Nýsettu starvsfólkini og borgarstjóran saman við eindarleiðarar Ingun Eidesgaard, Asta Marjunardóttir og Maiken Olsen, og Eyðfríð L. Jacobsen, stjóri í Heilsu- og umsorganartænastuni (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Nýsettu starvsfólkini og borgarstjóran saman við eindarleiðarar Ingun Eidesgaard, Asta Marjunardóttir og Maiken Olsen, og Eyðfríð L. Jacobsen, stjóri í Heilsu- og umsorganartænastuni (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-10-01 20:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrja trý starvsfólk í nýggjum størvum á kostfakliga økinum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni. Talan er um ein deildarleiðara fyri køkarnar í Heilsu- og umsorganartænastuni og um tveir kostframleiðsluleiðarar.

Camilla Bonde Holmegaard Hansen er sett sum deildarleiðari, Rakul Oddmarsdóttir Berg er kostframleiðsluleiðari á Boðanesheiminum, og Birgit Øssursdóttir Nielsen er kostframleiðsluleiðari á Lágargarði.

Leiðslan í Heilsu-og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu fegnast um, at komið er á mál við nýggja leiðslubygnaðinum á kostfakliga økinum, sum arbeitt hevur verið við í longri tíð.

Við hesum vænta vit at fáa eina meira samanhangandi, javna og dygdargóða tænastu til borgaran, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder