Uttanlands

Heilsan hevur enn størri týdning fyri veljaran

Hjartamál: Heili 65 prosent av veljarunum hugsa um heilsuna tá krossur skal setast til løgtingsval

(Savnsmynd: VisualHunt.com)

(Savnsmynd: VisualHunt.com)

2019-04-30 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Hvørji trý evni eru mest avgerðandi fyri, hvønn tú velur til komandi løgtingsval?” Soleiðis ljóðaði ein av spurningunum, sum Spyr.fo setti 500 veljarum í kanningini, sum gjørd varð fyri Portalin flaggdagin.

Og tað er framvegis ”Skjót og góð heilsuviðgerð”, sum er fremsta hjartamál hjá føroyska veljaranum.

Heili 65 prosent settu kross út fyri heilsuni. Hetta er meir enn í januar, tá vit settu veljarunum sama spurning. Tá var ”Skjót og góð heilsuviðgerð” eisini fremsta hjartamál, men hjá 54 prosentum av veljarunum.

Næststørsta hjartamál hesaferð er – eins og seinast – ”Umsiting av fiski- og alivinnu”. 37 prosent hava sett kross fyri hesum møguleika, men tað er munandi minni enn í januar mánaði, tá 43 prosent av teimum spurdu valdu henda møguleika.

At ”varðveita Føroyar sum kristið land” er nú trið-týdningarmesta hjartamál við 31 prosentum, afturímóti 28,5 prosentum seinast.

Hinvegin eru ”loysnir á bústaðartrotinum” fallið av triðja niður á fimta pláss. Nú eru ’bert’ 27 prosent, sum meta hetta evnið at hava týdning.

Les um kanningina 25. januar her: Heilsan hevur størsta týdning fyri veljaran

Onnur mál, sum hava minkandi undirtøku eru ”menning av nýggjum vinnum”, ”skipan av ferðavinnuni” og ”útbúgvingarmøguleikar í Føroyum”, meðan evnið, sum vinna mest fram eru ”skjót og góð heilsutænasta”, ”varðveita Føroyar sum kristið land”, ið gongur fram úr 28,5 prosent í januar til 31 prosent nú, ”samband ella loysing”, ”náttúra og umhvørvisvernd” og ”tilflytarar og flóttafólk til Føroya”.

Vit síggja eisini ein ávísan mun millum kynini, har kvinnurnar raðfesta pensjónsviðurskiftini meðan menninir raðfesta fiskivinnuna.

Tá hugt verður eftir aldursbólkum sæst, at tey yngru raðfesta bústaðarviðurskifti, meðan tey eldru raðfesta ”Føroyar sum kristið land” og ikki ”pensjónsviðurskiftini”, sum ein kanska skuldi trúð, og sum kom inn á triðja plássið her seinast.

Og tá hugt verður eftir høvuðsstaðnum vs restini av landinum, so kemur fram, at høvuðsstaðarbúgvar raðfesta bústaðarviðurskiftini meira, meðan fólkini uttan fyri Havnina raðfesta ”Føroyar sum kristið land”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder