Uttanlands

Heilivágur móti Alzheimers ikki góðkendur

Danska heilivágsráðið vendir tummilun niður móti fyrsta nýggja heilivágstilboðnum til Alzheimers sjúklingar í 25 ár

2025-12-17 15:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggjur heilivágur móti Alzheimers sjúkuni verður ikki góðtikin sum viðgerð í Danmark. Tað hevur danska heilivágsráðið – Medicinrådet – tikið avgerð um í dag, skrivar dr.dk.

Heilivágurin við handilsnavninum Leqembi er ætlaður sjúklingum við mildum formi av Alzheimers, og virkar við at avmarka skaðiligu upphópingarnar av proteini í heilanum.

Men Medicinrådet metir, at ávirkanin er avmarkað, samstundis sum vandin fyri álvarsligum hjáárinum er til staðar.

- Vit skilja væl, at sjúklingar og teirra avvarðandi vóna, at tað kemur ein vælvirkandi viðgerð móti Alzheimers sjúkuni. Lecanemab sær tíverri ikki út til í løtuni at vera svarið, skrivar ráðið í tíðindaskrivi.

Harumframt er viðgerðin kostnaðarmikil í mun til avmarkaða ávirkanina fyri sjúilingar, metir ráðið.

Um heilivágurin hevði verið góðkendir, vildi tað sambært Nationalt Videnscenter for Demens verið fyrstu ferð í 25 ár, at tað kom ein nýggjur heilivágur móti Alzheimers sjúkuna til danskar sjúklingar.

Sambært heilivágsráðnum eru í løtuni umleið 650 sjúklingar í Danmark í málbólkinum fyri heilivágin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder