Innanlands

Heðin Weihe nýggjur stjóri á Føroya Oljusølu

Marner við Skipá, ið stovnaði sp/f Føroya Oljusølu í 2002 og hevur verið stjóri síðan, leggur frá sær sum stjóri

Marner við Skipá og Heðin Weihe (Mynd: Føroya Oljusøla)

Marner við Skipá og Heðin Weihe (Mynd: Føroya Oljusøla)

2026-01-24 15:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Marner við Skipá, ið stovnaði sp/f Føroya Oljusølu í 2002 og hevur verið stjóri síðan, leggur frá sær sum stjóri. Nýggjur stjóri verður Heðin Weihe.

Hesum boðar Føroya Oljusøla frá í tíðindaskrivi.

Hóast Heðin er eitt nýtt andlit í Føroya Oljusølu, so hevur hann nógv ár á baki í bilavinnuni.

Heðin byrjaði í 1996 í læru hjá P/F Meinhardt Arge, sum seinni bleiv til P/F Auto Service. Har arbeiddi hann til 2021. Heðin hevur starvast nærum 25 ár hjá Auto Service, fyri tað mesta sum verkstaðsleiðari og eitt tíðarskeið sum sølumaður.

Í 2021 byrjaði Heðin í starvi hjá P/F Wenzel, har uppgávan var at seta Wenzel Quick Service á stovn. 1. mars 2025 byrjaði Heðin á Føroya Oljusølu, og nú 1. januar 2026 hevur nevndin sett hann sum stjóra.

Á Føroya Oljusøla starvast 9 fólk.

Umframt at selja og skifta olju, so er nógv annað virksemi í fyritøkuni.

Stórur partur av virkseminum er at rustverja bilar og maskinur. Eisini kann Føroya Oljusøla bjóða Line-X viðgerð av vøru- og lastbilum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder