Innanlands

Havnarfólk mugu kóka vatnið

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum úr Havnardali

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatnsgoymsluni í Havnardali (Mynd: Google)

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatnsgoymsluni í Havnardali (Mynd: Google)

2025-07-03 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar kommuna boðar frá, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum úr Havnardali.

Tí verður mælt verður til at kóka vatnið haðani. Kókitilmælið er galdandi fyri part av Argjum, vesturbýnum og miðbýin.

Á heimasíðuni hjá kommununi er eitt kort, har tú kanst síggja um tú ert í økinum, har kókitilmælið er galdandi.

[object Object]
Kortið vísir við reyðum økið, sum fær drekkivatn úr Havnardali


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder