Innanlands

Havnar Arbeiðarafelag við nýggjari heimasíðu

Nýggja heimasíðan er ætlað sum kunning til limirnar og almenningin

2019-03-06 12:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnar Arbeiðarafelag kunnger í dag nýggja heimasíðu, sum er ætlað sum kunning til limirnar og almenningin. Tann gamla heimasíðan var vorðin heldur ótíðarhóskandi, og ta nýggju hava Sansir gjørt í nýmótans sniði.

Á nýggju síðuni eru allar upplýsingar um rættindi, pensjónsviðurskifti, sáttmálar og trygging, sum limirnir hava tørv á. Eisini verða svaraðir spurningar, sum limir ofta seta skrivstovuni hjá felagnum.

Dentur verður lagdur á at vísa á limaviðurskiftiini ovarliga á síðuni, og beint undir hesum breddunum er ein kunningarteigur, har felagið av og á fer at bera tíðindasøgur og kunning um t.d. tiltøk. Niðast er ein nýggjur TEMA-breddi.

Havnar Arbeiðarafelag hátíðarhelt 16. januar í 2016 sín 100 ára stovningardag. Í tí sambandi varð bók skrivað um søguna hjá felagnum, og filmur varð eisini gjørdur. Nógv tilfar finst tí um felagssøguna.

Á nýggju síðuni er ein stuttur samandráttur av hendingaríku søgu felagsins. Mangan gekk felagið á odda at vinna arbeiðsfólki nýggj rættindi, og við sínum 750 limum er felagið framvegis sterkt felag, sum verjir vunnin rættindi og stríðist fyri nýggjum.

- Vit ásanna, at umráðandi er at hava ein virknan kunningarpolitikk, og vóna, at limir og almenningur fara at taka væl ímóti nýggja átakinum, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

Næsta tiltakið fyri framman hjá felagnum er aðalfundurin leygardagin 9. mars.

- Havnar Arbeiðarafelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder